Jákup Mørk
Fyrsta umfar í Grand Prix kappingin í súkkling var á Norðoyastevnu, og hjá monnunum var eingin ivi um endaliga úrslitið.
1. umfar á muni
Gunnar Dahl Olsen úr Havn snøgt sagt smurdi motstøðumenninar av, og tá hann kom á mál var hann ikki minni enn eitt heilt umfar framman fyri næsta súkklaran.
Spenningurin var tó um plássini frá tvey til fimm, og her eydnaðist tað Kára Brattaberg at halda seg framman fyri Sverra Mohr Edvinsson, Esmar Joensen og Eyðun Poulsen.
Við tað at talan er um fyrsta umfar, hava vit bert valt at prenta úrslitið av norðoyastevnu súkklingini, tí raðfylgjan í hesi og samlaðu støðuni er sjálvsagt hin sama.
Úrsltini í einstøku bólkunum vórðu:
Vaksin, menn:
1. Gunnar Dahl Olsen
2. Kári Brattaberg
3. Sverri Mohr Edvinsson
4. Esmar Joensen
5. Eyðun Poulsen
6. Evald Rasmussen
7. Christian Guttesen
8. Jón Ellingsgaard
9. Geyr Gilsteinsson
Vaksin, kvinnur:
1. Ann Zachariassen
Juniorar, menn:
1. Ísak Sambleben
2. Eli Christiansen
Dreingir, 10-14 ár:
1. Dánial Michaelsen
2. Helgi Poulsen
3. Óli Jacobsen
4. Jógvan V. Olesen
5. Høgni Guttesen
6. Sámal Poulsen
7. Andrias Norðbúð
Gentur, 10-14 ár:
1. Birgitta Simonsen
2. Hansa Nybo
3. Birna Arge
4. Tórhild Biskupsstøð
Dreingir, 4-9 ár:
1. Rani Jacobsen
2. Knud Glerup
3. Filip Sivertsen
4. David Fossdalsá
5. Kristian M. Joensen
6. Pól J. Færø
Gentur, 4-9 ár:
1. Bergfríð Joensen
2. Sára Olsen
3. Kristina á Høvdanum
4. Sanna Zachariassen
5. Anna Sólrun
6. Olga Gulaksen
7. Silja Michelsenysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????