Gunnar upp á spæl á Argjum

Fyrsta bríkslið á Argjum, har KÍ vitjar AB, var klokkan 18. Nú teir fara undir 2. hálvleik, er støðan 1-0 til KÍ.

Klaksvíkingar hava víst størri tyngd, men tað var ikki fyrrenn í 40. minutti, at tað eydnaðist KÍ at fáa mál.

Paul Clapson og Gunnar Nielsen manna í kvøld KÍ álopið, og teir báðir vóru meistarar fyri málinum. Paul Clapson stakk bóltin fram ímillum til Gunnar Nielsen, sum skoraði.