Tað er heimasíðan hjá Manchester City, sum fyri løtu síðan kunngjørdi, at Gunnar Nielsen skal spæla League One fótbólt tað komandi hálva árið.
Gunnar Nielsen hevði bara eitt ár eftir av sáttmálanum við Manchester City. Nú hava partarnir avgjørt at leingja samstarvið við einum ári.
23-ára gamli Gunnar Nielsen fekk í fjør debut í Premier League sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð. Fyri uttan Tranmere Rovers, so hevur Gunnar roynt at verið útleigaður til Motherwell í Skotlandi og Wrexham. Hann hevur spælt í Frem í Danmark og Blackburn í Onglandi, áðrenn hann tíðliga í 2009 skifti til Manchester City.
Tranmere Rovers liggur í býnum Liverpool og spælir sínar heimadystir á Prenton Park, sum liggur í finara økinum í Liverpool. Tranmere spæla í League One, sum er triðbesta deildin í Onglandi. Í fjør var fyrrverandi Liverpool leikarin, John Barnes, venjari hjá teimum. Tað gekk einki serligt og hann var koyrdur frá. Í hansara stað kom Les Perry, sum eisini er venjari hjá Tranmere í dag.
Heimasíðan hjá Manchester City sigur, at Gunnar Nielsen longu í kvøld skal royna seg í dysti við Tranmere, tá teir í venjingardysti skulu spæla ímóti Nottingham Forest.










