Gunnar til Kasakstan uttan visum

Gunnar Nielsen er á veg til Kasakstan, men hevur ikki fingið visum upp á pláss.

Stórir trupulleikar hava verið av at fáa innfararloyvi til føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen, í Kasakstan. Tað nýggjast í málinum er, at Gunnar Nielsen er farin í ein flúgvara í Kastrup og hevur sett kós móti Kasakstan, men uttan at hava fingið staðfest, at hann hevur fingið innfaraloyvi.

 

Ætlandi lendur Gunnar Nielsen, sum hevur fingið nýtt pass útvega, eftir at hitt passið hjá honum ikki kom fram í postinum, klokkan seks um morgunin í Kasakstan. Kontórið hjá mynduleikunum í Kasakstan letur upp klokkan 9 og tá verður arbeitt við at fáa innfaraloyvi til føroyska landsliðsmálverjanum.

 

Flogið verður umvegis Týskland og tíðarmunurin er fimm tímar.

 

Føroyska landsliðið spælir móti Kasakstan fríggjadagin klokkan 16 føroyska tíð.