Gunnar tapti fyri botnliði

Tað gongur einki serligt hjá íslendsku meistarunum, sum hava Gunnar Nielsen í mál

Í kvøld var 14. umfar í bestu deildini í Íslandi. Stjarnan og Gunnar Nielsen taptu fyri Leiknir, sum við sigrinum hava hálað seg uppum niðurflytingarstrikuna.

 

Tað gongur strilti hjá Stjarnuni og føroyska landsliðsmálverjanum í íslendsku kappingini. Í fjør vann liðið meistaraheitið, men í ár gongur ikki eins væl. Eftir ósigurin í dag fyri Leiknir, er Stjarnan á sjeynda plássi.

 

Tað er nú við at skrædna upp til fremstu liðið, har FH hevur 30 stig á fyrsta plássi. Stjarnan hevur 19 stig á sjeynda plássi.

 

Gunnar Nielsen spældi allan dystin í kvøld.