SÚKKLING
Um vikuskiftið hevur verið kappast í tí kappingini har yviri, sum svarar til okkara Statoil Kring Føroyar. Landskeppnin 2009 byrjaði fríggjakvøldið við tíðarkoyring, síðani var landavegskoyring leygarmorgunin og seinnapartin býarkoyring. Við úr Føroyum vóru Torkil Veyhe, Gunnar Dahl-Olsen og Bogi Kristiansen hjá monnum og Súsanna Skylv hjá kvinnum.
Í tíðarkoyringini á 20 kilometra teini var Hafsteinn Ægir Geirsson tann drúgvasti, og fremsti føroyingurin fríggjakvøldið var Torkil Veyhe, ið á triðja plássinum var 59 sekund aftan fyri »Haffa«. Av tí at hetta eisini var liðkapping, vísti samanteljingin eftir fyrsta kappingarumfarið, at íslendingar longu beinanvegin vóru tveir minuttir og 40 sekund framman fyri føroyingarnar.
Men hóast munurin var stórur, var við góðum treysti herjað á leygarmorgunin, tá súkklað var á leiðini við Hvalfjörð. Føroyska liðið fekk tað at bera væl til og fekk skorið 40 sekund av muninum upp til íslendingarnar, og besta einstaka úrslitið fekk Bogi Kristiansen, ið gjørdist nummar tvey.
Nú var bara býarkoyringin eftir seinnapartin leygardagin, og føroysku súkklararnir gjørdu nógv við at leggja sær góðan taktikk, so tað skuldi bera til bæði at vinna sjálva býarkoyringina og samlaðu kappingina. Teir vistu, at við skilagóðari súkkling bar væl til at vinna teir báðar minuttirnar innaftur.
Tvær punkteringar
Alt sá eisini út til at ganga eftir vild, tí sum kappingini leið, misti ein íslendingur fyri og annar eftir, og tá ein triðingur av kappingini var farin, vóru Bogi, Torkil og Gunnar við millum teir fremstu. Men so gekk av skriðuni, tí fyrst punkteraði Bogi og løtu seinni Torkil, so Gunnar nú brádliga var tann einasti, ið var eftir.
Samstundis var greitt, at hetta fór ikki at røkka nakran veg í liðkappingini, so tí mátti Gunnar bara royna at fara eftir sigrinum, hóast býarkoyring ikki júst plagdi at vera hansara sergrein. Men hóast hann á seinasta umfarinum var einasti føroyingur ímóti seks íslendingum, vísti hann styrki og álopssinni, tá hann opnaði spurtin sera tíðliga, men megnaði at halda leiðsluna og vann!
– Tað var ótrúliga stuttligt at vinna hesa seinastu kappingina, hóast punkteringarnar oyðiløgdu samlaða úrslitið fyri okkum, tí fram til tá helt taktikkurin hjá okkum. Vit hava havt nakrar góðar dagar, har tað hevur verið serliga stuttligt sum eitt lið at súkklað taktiskt, og samarbeiðið okkara millum hevur verið fyrimyndarligt, sigur Gunnar Dahl-Olsen.
Endin gjørdist annars, at Hafsteinn Ægir Geirsson vann samlaðu kappingina sum einstaklingur. Hann var ein góðan minutt framman fyri Gunnlaug Jónasson og góðar tveir minuttir framman fyri Gunnar Dahl-Olsen, sum fekk triðja plássið. Av tí at bara Gunnar fullførdi hjá monnunum, vann Ísland liðkappingina og er nú samanlagt 4-3 framman fyri Føroyar í sigrum.
Súsanna í serflokki
Hjá kvinnum var Súsanna Skylv fullkomuliga einaráðandi og vann allar tríggjar kappingarnar hjá kvinnum. Sum dømi um hennara styrki kann nevnast, at hon í tíðarkoyringini fríggjakvøldið var yvir fimm minuttir framman fyri ta næstu!
– Súsanna var sera sannførandi og í serflokki. Tað vísti seg, at hon orkaði ótrúliga væl og var nógv sterkari enn hinar, sum vóru við. Hon var enntá betri enn fleiri av mannfólkunum í kappingini, greiðir Gunnar Dahl-Olsen frá úr Reykjavík, har hann og hini fýra eru, til tey koma heim við flogfarinum í dag.
– Samanumtikið kunnu vit bara lata væl at ferðini, tí íslendingar hava sýnt okkum framúr gestablídni, so vit hava verið borin á lógvum í allar mátar. Vit hava í áravís havt gott vinarlag við íslendsku súkklararnar, so vit hugna okkum væl saman, samstundis sum vit sjálvandi kappast heilhjartað, tá sjálv súkklingin er á skránni.