Gunnar skoraði sigursmálið

Føroyski landsliðsspælarin skoraði tríggjar minuttir undan leikloki einasta málið, tá ið Víkingur og KA dystaðust í kvøld

Hann hevur av álvara gjørt um seg, síðani fyri fáum vikum síðani flutti úr Víkingi og Sarpugerði og til Íslands, har hann umboðar Víking.

 

Gunnar og Víkingur áttu í kvøld heimavøll ímóti Pæturi J. Petersen og KA.

 

Úrslitið var, at heimaliðið vann 1-0, og tað var føroyski landsliðsspælarin hjá Víkingi, sum skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.

 

Síðstu løtuna trýsti heimaliðið fyri at vinna sigursmálið, og tað eydnaðist í 87. minutti, tá ið Gunnar Vatnhamar úr brotsteiginum og við høvdinum sendi bóltin í netið.

 

Byrjanin hjá Gunnari Vatnhamar og Víkingi hevur verið framúr. Liðið hevur fulla úrtøku – 12 stig fyri fýra dystir. Og málmunurin er 8 – 0. Næsti dysturin vereður hósdagin á heimavølli ímóti Keflavík.