Gunnar skiftir til Wrexham FC

Gunnar Nielsen hevur fyri kortum skrivað undir 2 og eitt hálvt ára sáttmála við Manchester City, men er nú leigaður út til Wrexham fyri restina av kappingarárinum.

 

Gunnar Nielsen leikti sín fyrsta landsdyst sunnudagin, tá hann stóð sum ein brandur, tá Føroyar sunnudagin leiktu móti Íslandi í Kópavági.

 

Men tá Gunnar er sjálvur fjórði ella fimti í røðini hjá Manchester City, fær hann ikki teir heilt nógvu dystirnar, og verður hetta mett sum ein góður møguleiki hjá útisetanum at fáa dystarvenjing.

 

Gunnar Nielsen skifti í 2007 frá BK Frem í Danmark til Blackburn Rovers í ensku Premier League, og fyri kortum skifti hann til Manchester City, ið eisini er heimsins ríkasta felag.

 

Nú skal hann leika í ensku fimtu deild, sum nevnist Blue Square Premier, restina av kappingarárinum.