Triathlon
FM-kappingin fór fram á sonevnda OL-teininum. Her skuldu luttakararnir svimja 1500 metrar, súkkla 40 kilometrar og at enda renna 10 kilometrar.
Guðmundur Joensen legði hart út, og legði seg á odda í svimjingini. Honum á baki kom Súsanna Skylv. Guðmundur var eisini fremstur allan súkkluteinin, men tá renningin byrjaði, sá hann ikki ein píl og rann skeivt. Gunnar Dahl Olsen, sum í súkklingini vann inn á Guðmund, lat ikki mistakið standa óstraffað. Hann rann seg fram í oddin, og kom fyrstur á mál, og bleiv sostatt føroyameistari. Beint aftanfyri teir kom Súsanna Skylv, sum var einasta kvinnan. Hon rann so skjótt, at á hesum teininum var hon skjótast. Aftanfyri hana komu tríggir menn, Andrass Joensen, Evald Rasmussen og Hans Egholm. Andrass og Evald komu úr hylinum nøkulunda á senn, men skjótt var, sjálvt við smákrími, at Andrass dró frá í súkklingini og økti um munin á renniteinunum. Hann kom á mál sum nummar fýra. Hans var sera óheppin, gearini framman virkaðu ikki eftir vild, nakað sum er av allarstørsta týdningi tá súkklast skal í undanvindi og undanbrekku, tí bar ikki til at hála inn á Evald, men hann tók tó nakað innaftur á renniteininum.
Til tey, ið ikki vildu út á langa Ol teinin var skipað fyri fyri 1/12 triathlon, har svomið verður 350 metrar, áðrenn súkklað verða 9,4 kilometrar og at enda verður runnið 2,25 kilometrar.
Eisini varð skipað fyri liðkapping, har svomið varð 750 metrar, súkklaðir vórðu 18,4 kilometrar og at enda skuldu luttakararnir renna 4,5 kilometrar. Hendan kappingin varð skipað soleiðis, at ein luttakari svam, ein súkklaði og ein rann. Hjá børnunum varð súkkluteinurin tó býttur á tveir luttakarar.
---
Úrslit
OL-teinurin
Menn:
Gunnar Dahlo Olsen: 2.14.48
Guðmundur Joensen: 2,18.58
Andrass Joensen: 2.28.50
Evald Rasmussen: 2.42.44
Hans Egholm: 2.29.28
Kvinnur:
Súsanna Skylv: 2.19.32
1/12 triathlon
Vaksin:
Høgni R. Øster: 0.42.10
Børn:
Elsa Joensen: 1.13.58
Pauli Joensen: 1.15.32
Lið
Børn
Eysturskúlin 1: Óli Mortensen, Niels Gilstein Midjord, Áki Højgaard og Tót av Skarði 1.05.21
Eysturskúlin 2: Rúni Eliassen, Heidi Eliassen, Rúni Eliassen og Kristian M Egholm 1.24.21
Vaksin
Heiðabáturin: Robin Jønsson, Beinir Danielsen og Hans Karl Jacobsen: 1.12.58