Regni oysti niður á grasvøllin á Turf Moor í kvøld, tá Burnley tók ímóti Manchester City. Dysturin millum Burnley og Manchester City er søguligur, sæð við føroyskum eygum. Fyri fyrsti ferð nakrantíð, hevur ein føroyskur spælari sitið á bonkinum hjá einum Premier League liðið í einum Premier League dysti.
Manchester City legði bragliga fyri og var á odda 3-0, tá tíggju minuttir vóru farnir. Tá komi var til hálvleiks, vóru gestirnir á odda heili 5-0. Í seinna hálvleiki kom City uppá 6-0, áðrenn Burnley minkaði um munin til 6-1. Emmanuel Adebayor skoraði tvey, meðan Craig Bellamy, Patrick Vieira, Carlos Tevez og Vincent Kompany skoraðu allir eitt í part.










