Gunnar Vatnhamar spældi sum vant allan dystin fyri Víking Reykjavík, sum í dag tók ímóti Fylkir á heimavølli.
Fylkir var væl við fyrsta tíman, og teir skoraði eisini í fyrsta minuttinum, men seinasta hálva tíman setti Víkingur alt upp á pláss við trimum málum, og endin var, at Gunnar og liðfelagarnir vunnu stórsigur 5-2.
Víkingur Reykjavík-Fylkir 5-3 (2-1)
0-1 Benedikt Daríus Garðarsson ('1 )
1-1 Aron Elís Þrándarson ('14 )
2-1 Erlingur Agnarsson ('18 )
2-2 Orri Sveinn Segatta ('52 )
3-2 Helgi Guðjónsson ('58 )
4-2 Ari Sigurpálsson ('65 )
5-2 Karl Friðleifur Gunnarsson ('79 )
Víkingur er fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 25 stigum fyri 10 dystir.
Seinni í kvøld kunnu Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðabliki vinna seg upp á 22 stig, um teir megna at vinna grannauppgerðina móti HK á útívølli í Kórinn høllini í Kópavogi.