Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík høvdu í dag møguleikan at vinna íslendsku steypakappingina fyri fimtu ferð á rað.
Víkingur Reykjavík hevði eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum at vinna steypafinaluna á KA Akureyri á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Men tað gekk ikki eftir vild hjá Gunnari og liðfeløgunum. KA vann steypafinaluna 2-0.
Viðar Örn Kjartansson legði KA á odda 1-0 átta minuttir undan steðginum. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Dagur Ingi Valsson til 2-0, tá Víkingur satsaði álopsliga fyri at fáa longda leiktíð.
KA legði nógv fyri, og fingu akureyringar heili sjey gul kort, meðan bert Karl Friðleifur Gunnarsson hjá Víkingi fekk gult kort.
Gunnar kundi verið fyrsti føroyingurin, ið hevur vunnið íslendsku steypakappingina tvær ferðir, men tað má vera á einum øðrum sinni. Í fjør vann Gunnar steypakappingina saman við liðfeløgunum í Víkingi. Áður hava Kaj Leo í Bartalsstóvu og Jónas Tór Næs vunnið steypakappingina við ÍBV, Símun Samuelsen hevur vunnið steypakappingina við Keflavík, og Julian Johnsson og Uni Arge hava vunnið steypakappingina við Akranesi.
Hjá KA var talan um søguligan sigur. Hetta er fyrstu ferð, at KA vinnur íslendsku steypakappingina.
Víkingur Reykjavík má nú hugsavna seg um eina harða kapprenning við Breiðablik um meistaraheitið, og so koma eisini seks spennandi dystir í bólkaspælinum í Conference League.











