Gunnar og liðfelagarnir taptu fyri uppflytara

Talan er um eitt rættiliga óvæntað úrslit

Afturelding er at finna í bestu íslendsku fótbóltsdeildini nakrantíð, og tí var væntað, at liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík fór at vinna á Afturelding í Mosfellsbær í kvøld. Víkingur hevði eisini eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.

 

Men tað gekk ikki eftir vild hjá Gunnari, ið kom á vøllin í 64. minutti, og liðfeløgum hansara. Afturelding vann ein óvæntaðan 1-0 sigur.  Hrannar Snær Magnússon skoraði sigursmálið upp á brotsspark fýra minuttir aftaná Gunnar kom á vøllin.

 

Víkingur, Breiðablik og Stjarnan hava á øðrum, triðja og fjórða plássinum seks stig hvør fyri tríggjar dystir. Rættiliga óvæntað er liðið úr Ísafirði, Vestri fremst í deildini við sjey stigum. Tað var Vestri, ið saman við øðrum fótbóltsliði á Ísafjørðinum, Hörði, ið lat ísafjarðarbikarið og ísafjarðasúlurnar til føroysku steypakappingarnar, árini millum 1955 og 1988.

 

Komandi mánakvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur dyst á útivølli móti Vali.