Gunnar Vatnhamar var aftur við frá byrjan, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík í kvøld spældu á útivølli úti í Heimey móti ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Víkingur Reykjavík vann 1-0 við einum sigursmáli Nikolaj Hansen skoraði í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Hagtølini vístu, at Víkingur hevði átta málroyndir á málið hjá ÍBV, meðan ÍBV hevði tríggjar royndir á málið hjá Víkingi. Í fyrra hálvleiki hevði Gunnar ein góðan málmøguleika, men hann tók ikki av.
Sigurin merkir, at Víkingur hevur fult stigatal, 18 stig fyri fyrstu seks dystirnar, og teir eru eisini fremst við 18 stigum. Valur er nummar tvey við 15 stigum.
Komandi sunnukvøld hevur Víkingur heimadyst móti FH.
Klokkan 21.15 í kvøld spælir liðið hjá Klæminti A. Olsen og Patriki Johannesen, Breiðablik á útivølli móti Fylkir. Klæmint byrjar inni fyri fyrstu ferð í einum dysti í Bestudeildini. Patrik er uttanfyri við skaða.











