Gunnar og liðfelagarnir eru nú 14 stig fremst

Víkingur Reykjavík vann 5-3 á Breiðablik í kvøld

Liðið hjá Klæminti A. Olsen, Breiðablik spælir sín týdningarmesta dyst komandi hóskvøld móti Struga í seinna Europa Conference League Play Off dystinum á Kópavogsvøllinum, har Breiðablik hevur eina 1-0 leiðslu frá fyrra dystinum.

 

Tí valdi venjarin hjá Breiðablik í kvøld at gera átta broytingar og hvíla fleiri leikarar, ið skulu royna at vinna Breiðablik í eitt søguligt evropeiskt bólkaspæl komandi hóskvøld.

 

Klæmint A. Olsen var millum leikararnar, ið ikki var á dómaraseðlinum í kvøld, tá Breiðablik legði rygg til eitt 3-5 tap móti Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík.

 

Víkingur er langt fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 56 stigum. Valur hevur 42 stig og Breiðablik hevur 38 stig. Tað eru bara 18 stig eftir at spæla um, og eingin í Íslandi dugir at ímynda sær annað enn, at Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir vinna meistaraheitið.

 

16. september spælir Víkingur steypafinalu móti KA, so teir standa við gyltum møguleika at vinna greipuna í Íslandi. 

 

Komandi sunnudag spælir Víkingur á útivølli móti Fram, ið liggur triðaftast í deildini við 19 stigum.

 

Breiðablik spælir hósdagin klokkan 17.45 móti Struga, har teir við sigri ella javnleiki kunnu gerast fyrsta íslendska liðið at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl. 

 

Víkingur Reykjavík-Breiðablik 5-3 (2-1)

 

Nikolaj Hansen '23 1-0

 

Aron Elís Þrándarson '36 2-0

 

2-1 Ágúst Eðvald Hlynsson '42

 

Danijel Dejan Djuric '48 3-1

 

Matthías Vilhjálmsson '65 4-1

 

Helgi Guðjónsson '69 5-1

 

5-2 Ásgeir Helgi Orrason '72

 

5-3 Kristófer Ingi Kristinsson '75