Gunnar og Kaj Leo sama venjara til 2018

Heim­ir Guðjóns­son, sum hevur ført FH til fimm meistaraheiti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini heldur fram

Føroysku landsliðsspælararnir í íslendska meistaraliðnum, FH, Gunnar Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, og Sonni Ragnar Nattestad, sum er leigaður út frá FH til Fylkir koma at hava sama venjara tvey tey næstu árini. 

 

Heim­ir Guðjóns­son, sum hevur ført FH til fimm íslendsk meistaraheiti í 2008, 2009, 2012, 2015 og nú eisini í 2016 hevur longt sáttmálan við FH tvey ár aftrat. Sum leikandi hjálparvenjari var Heim­ir Guðjóns­son Guðjónsson eisini við til at vinna íslendska meistaraheitið við FH, árini 2004, 2005 og í 2006. Heim­ir Guðjóns­son hevur sostatt, sum venjari, spælari, og sum hjálparvenjari vunnið átta íslendsk meistaraheiti við liðnum, sum heldur til á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.

 

Eitt, sum Gunnar Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Sonni Ragnar Nattestad og hinir leikararnir í FH fara at seta sær, sum mál fyri 2017, umframt at endurvinna meistaraheitið er at vinna seg víðari í Champions League undankappingini. Í summar fall FH ímóti írska meistaraliðnum, Dundalk FC uppá mál skoraði á útivølli. FH leikti 1-1 á útivølli, og leikti so 2-2 á heimavølli og tað sendi Dundalk víðari, sum seinni vann seg í Europa League bólkaspælið.