Gunnar og Kaj Leo kunnu gerast íslendskir meistarar sunnudagin

FH vann á Fylki, og er sjey stig á odda, og tað eru bert trý umfør eftir at spæla í íslendsku pepsideildini.

 

Sunnudagin hava Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu møguleikan at vinna íslendska meistaraheitið í fótbólti. Lið teirra FH er so nær, sum ein kann verða at endurvinna gullið í pepsideildini.

 

Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru við frá Byrjan, tá FH á útivølli spældi ímóti Fylkir, sum ikki kundi brúka Sonna Ragnar Nattestad í dystinum í kvøld, tí hann er útleigaður frá FH, og er tað ein partur av leigusáttmálanum. Tað mundi koma illa við hjá Fylki, at Sonni Ragnar Nattestad ikki var við í kvøld, tí Fylkir tapti 2-3 aftaná at hava verið á odda 2-1 í steðginum. Kaj Leo í Bartalsstovu var skiftur út, tá 56 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Ragnar Bragi Sveinsson legði Fylkir á odda, tá 18 minuttir vóru farnir av dystinum. Bert fimm minuttir seinni javnaði Kassim Doumbia fyri FH. Beint undan steðginum legði Albert Ingason Fylkir á odda 2-1. Men í seinna hálvleiki vendi FH dystinum. Kristján Flóki Finnbogason javnaði tá 59 minuttir vóru farnir, og í 73. minutti skoraði Davíð Þór Viðarsson sigursmálið fyri FH.

 

Sunndagin klokkan 15 tekur FH ímóti Vali á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Vinnur FH dystin hava hafnfirðingar endurvunnið íslendska meistaraheitið.

 

Klokkan 17 sunnudagin spælir Fylkir á útivølli ímóti Víkingi Reykjavík, har Sonni Ragnar Nattestad og liðfelagarnir skulu royna at vinna seg uppum niðurflytingarstrikuna.

 

Støðan í pepsideildini : 

 

1FH19 12 5 2       30:14   41
2Fjölnir1910 4537:2134
3Valur18 94539:2031
4Breiðablik18    94523:1531
5KR19 85622:1829
6ÍA19 91926:2928
7Stjarnan18 83733:2827
8Víkingur Reykjavík19 74824:2925
9Víkingur Ólafsfjørður19 55921:3220
10ÍBV18  531016:2318
11Fylkir19 451021:3317
12Þróttur 19 331315:4512