Gunnar og Kaj Leo greitt á odda í Íslandi

FH vann 2-0 á útivølli, og eru sjey stig á odda í pepsideildini. Sonni Ragnar Nattestad og Fylkir mistu sigurin ímóti dystarenda

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, og Kaj Leo í Bartalsstovu fekk seinastu 10 minuttirnar á vøllinum, tá oddaliðið vitjaði Víking á Ólafsfjørðinum og vann 2-0 sigur, sum merkir, at FH framvegis er greitt oddalið, sjey stig frammanfyri Breiðablik á øðrum plássi.

 

Atli Viðar Bjørnsson legði FH á odda, tá bert ein minuttur var eftir av fyrra hálvleiki, og tá 62 minuttir vóru farnir økti Emil Pálsson til 2-0. Heilt ímóti dystarenda hevði Gunnar Nielsen eina góða bjarging, tá Bjørn Pálsson hevði eina góða roynd á málið hjá FH. Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar Nielsen eisini eina góða bjarging, tá eitt korter var farið av dystinum. 

 

Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin í verjuni, tá lið hansara á útivølli megnaði javnleik 1-1 ímóti Fjølnir. Fylkir var annars leingi á sigurskós. Álvara Montejo legði Fylkir á odda, tá 55 minuttir vóru farnir, og hendan leiðslan helt sær næstan dystin út, men beint undan seinasta bríkslið javnaði Ingimundur Óskarsson fyri Fjølnir. Fylkir er framvegis fýra stig undir niðurflytingarstrikuni.

 

Sunnudagin 11. september tekur FH ímóti Breiðablik í oddauppgerð á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Vinnur FH tann dystin verða teir minst níggju stig á odda í pepsideildini. Sama dag spælir Fylkir á heimavølli ímóti Víkingi Ólafsfirði. Gunnar Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Sonni Ragnar Nattestad komu nú heim til Føroyar, har teir saman við hinum á landsliðnum fara at gera klárt til fyrsta HM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli, týskvøldið 6. september. 

 

Støðan í pepsideildini nú bert fimm umfør resta :

 

1FH17        112          26:1137
2Breiðablik17 93522:1430
3Fjölnir1784533:2028
4ÍA1791725:2528
5Stjarnan1783631:2527
6Valur1775534:1826
7KR1766519:1624
8Víkingur Reykjavík1773722:2624
9Víkingur Ólafsfjørður1754819:2919
10ÍBV1753916:2118
11Fylkir1735917:2914
12Þróttur Reykjavík17231212:429