Gunnar og Jóan Símun bestir

Spælararmetingarnar hjá ÍtróttarSosialinum siga, at Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson vóru bestir

Eftir hvønn landsdyst gevur ÍtróttarSosialurin spælarunum á landsliðnum metingar frá 1 til 6. Nú eru allar metingarnar taldar saman.

 

Les alla greinina í ÍtróttarSosialinum frá mánadegnum 19. oktober

 

Hægstu miðalmetingin fyri farnu EM undankappingina fingu Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson. Teir fingu í miðal 4,5.


Sosialurin kann lesast á netinum við at trýsta HER

 

Teimum næst kom Atli Gregersen við 4,3 og Hallur Hansson við 4,25. Síðani høvdu Sonni Ragnar Nattestad og Brandur H. Olsen 4,1, meðan Fróði Benjaminsen takkaði fyri seg við 4,0 í miðal.

 

Liðið hesa EM undankappingina:

Føroyar(4-2-3-1)
Gunnar Nielsen(4,5)

Jónas Tór Næs(3,25), Atli Gregersen(4,1), Sonni Ragnar Nattestad(4,1), Viljormur Davidsen(3,8)

Fróði Benjaminsen(4,1), Hallur Hansson(4,25)

Sølvi Vatnhamar(3,9), Brandur H. Olsen(4,1), Christian L. Holst(3,3)

Jóan Símun Edmundsson(4,5)