Gunnar og FH vunnu seg í hálvfinaluna í steypakappingini

Endliga fekk FH nakað av viðburði

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið vann seg í hálvfinaluna í íslendsku steypakappingina í kvøld.

 

FH spældi á útivølli móti Kordrengum, ið spælir í næstbestu fótbóltsdeildini.

 

Kordrengir løgdu seg á odda tvær ferðir fyrsta hálva tíman, men FH megnaði at svara aftur við einum reinum hattricki hjá Steven Lennon, og í steðginum var FH á odda 3-2,

 

Kristinn Freyr Sigurðsson økti til 4-2 til FH tíðliga í seinna hálvleiki, og eftir tað eydnaðist hjá FH at halda tætt.

 

Sigurin kemur væl við hjá FH, ið liggur triðaftast í bestu fótbóltsdeildini við bert 11 stigum, bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. 

 

Kórdrengir 2 - 4 FH

 

 1-0 Gunnlaugur Fannar Guðmundsson ('7)

 

 1-1 Steven Lennon ('26)

 

 2-1 Sverrir Páll Hjaltested ('29)

 

 2-2 Steven Lennon ('33, brotsspark)

 

 2-3 Steven Lennon ('42)

 

 2-4 Kristinn Freyr Sigurðsson ('54)

 

Komandi hóskvøld spæla Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR fjórðingsfinalu móti Víkingi á útivølli. So er at vóna, at tvey føroyingalið vera at finna í hálvfinalunum.