Gunnar og FH skulu til Írlands

FH skal spæla ímóti FC Dundalk í øðrum undanumfarinum í Champions League kappingini

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, og lið hansara FH, sum eisini hevur Sonna Ragnar Nattestad í hópinum skal eisini royna seg í Champions League undankappingini, tó ikki fyrrenn í øðrum undanumfarinum.

 

12. ella 13. juli skal íslendska meistaraliðið FH av Hafnarfjørðinum spæla útidyst ímóti írska meistaraliðnum FC Dundalk, sum eisini vann írsku steypakappingina. 19. ella 20. juli hava Gunnar Nielsen og liðfelagarnir heimavøll á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum, sum hevur ein kapasitet uppá 2.500 áskoðarapláss til altjóða dystir.

 

Í fjør spældi FH seg víðari úr fyrsta undanumfarinum í Europa League. FH vann samlaðan 2-0 sigur á finska liðnum SJK. Í øðrum undanumfarinum vóru FH óhepnir og taptu samlað 3-4 ímóti Inter Baku úr Azerbaidjan aftaná longda leiktíð í tí seinna dystinum.

 

Í fjør gav FC Dundalk BATE Borisov úr Hvítarusslandi ein skarpan gang í øðrum undanumfarinum í Champions League kappingini. BATE Borisov vann tepurt 2-1 heima, og liðini leiktu javnleik 0-0 í Dundalk. Talan verður sostatt um eina torføra, men ikki ógjørliga uppgávu hjá Gunnari Nielsen og liðfeløgunum.

 

Íslendska Morgunblaðið leggur upp til, at hagtølini hjá íslendsku felagsliðunum ímóti teimum írsku felagsliðunum í teimum evropeisku kappingunum eru ikki nakað at reypa av. Níggju ferðir hava íslendsk og írsk felagslið kappast í teimum evropeisku kappingunum, og bert tríggjar ferðir eru tey íslendsku liðini farin víðari til næsta umfarið, meðan tey írsku liðini eru farin víðari seks ferðir av teimum níggju ferðunum íslendsk og írsk felagslið hava kappast í evropeiskum kappingum.

 

Vónandi eydnast tað Gunnari Nielsen og FH at vinna seg víðari til triðja undanumfarið í Champions League undankappingini. Um tað eydnast FH at vinna seg víðari, so kann gerast talan um sera spennandi mótstøðu í triðja undanumfarinum, har størri evropeisk lið verða í pottinum. 

 

Í fjør hevði Gunnar Nielsen eina rimmar uppliving, tá hann spældi við Stjarnuni ímóti Celtic á Celtic Park í Skotlandi í Champions League undankappingini. Talan gjørdist um ein samlaðan 6-1 sigur til Celtic í øðrum undanumfarinum í Champions League.