Landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH á Hafnafirði hava í dag fingið nýggjar venjarar.
Talan er um Loga Ólafsson og Eiður Smára Guðjohnsen. Teir loysa av Ólafur H. Kristjánsson, sum nú verður venjari í Esbjerg. Esbjerg hevur leitað eftir nýggjum venjara, síðani tað varð greitt, at liðið nú skal spæla í næstbestu donsku deildini.
Ólafur Kristjánsson tók við sum venjari í FH í 2018. Hann avloysti Heimir Guðjónsson, sum eftir fleiri góð ár flutti úr FH og til HB, sum hann megnaði at vinna FM og løgmanssteypið við, áðrenn hann síðsta heyst fór aftur til Íslands og Val í Reykjavík.
Meðan Heimir Guðjónsson og FH vunnu fleiri meistaraheiti, so eydnaðist tað ikki Ólafi H. Kristjánsson at vinna nakað steyp, meðan hann var venjari hjá FH. Í Danmark er hann kendur sum spælari í AGF og sum venjari í FCN og Randers FC.
Umframt at vera annar av venjarunum í FH er Eiður Smári Guðjohnsen U-21 landsliðsvenjari í Íslandi. Hann verður roknaður at vera fremsti íslendski fótbóltsspælarin, sum í síni tíð spældi við eitt nú Chelsea og Barcelona.
Logi Ólafsson er rættiliga royndur venjari. Hann hevur verið venjari í FH og fleiri øðrum feløgum í fremstu deildini, hann hevur verið venjari í Lillestrøm í Noregi, og í fleiri umførum hevur hann verið íslendskur landsliðsvenjari.
FH er eftir fimm umfør á áttanda plássi við sjey stigum.
Leygardagin skulu Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH undir leiðslu av nýggju venjarunum spæla á útivølli ímóti Fjölnir á Fjölnisvølli í Reykjavík.