Hósdagurin verður ein spennandi dagur hjá føroyskum fótbólti. Klokkan 19 tekur B36 móti Levadia Tallinn á heimavølli, og klokkan 19.45 spælir NSÍ á útivølli móti Aberdeen í Europa League undankappingini.
Sama kvøld klokkan 18.15 skal føroyingaliðið, FH royna seg á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í Europa League undankappingini.
Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH skulu eins og KÍ spæla á heimavølli móti einum liði úr Slovakia.
Dunajská Streda, ið gjørdist nummar trý í bestu slovakisku deildini farna kappingarár verður mótstøðuliðið hjá FH hóskvøldið.
Liðið endaði heili 17 stig aftanfyri meistaraliðið, Slovan Bratislava farna kappingarár.
Stóri spenningurin nú er um ein Korona-fríur slovakiskur hópur kann møta í Íslandi í komandi viku, so Gunnar Nielsen og felag hansara, FH kunnu sleppa undan at fara gjøgnum somu mylnuna sum KÍ hevur verið ígjøgnum undanfarnu dagarnar.
Dunajská Streda er besta liðið hjá ungarska minnilutanum í Slovakia. Ein góð hálv miljón av íbúgvarunum í Slovakia, 9,4 prosent hava ungarskt sum móðirmál. Eisini í Rumenia er ein ungarskur minniluti.
Altjóða veddingarfyritøkur hava enn ikki bjóðað odds uppá dystin millum FH og Dunajská Streda. Tær hava kanska lært av tí sum hendi í Føroyum undanfarnu dagarnar?