Gunnar og Christian spældu javnleik

Gunnar Nielsen vardi málið hjá Blackburn allar 90 minuttirnar, og Christian Mouritsen spældi við hjá Manchester City allan dystin, tá ið eykaliðini hjá teimum báðum kendu ensku feløgunum spældu dyst í fyrrakvøldið. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Blacbkurn legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men Manchester City javnaði í seinna hálvleiki. Christian Restorff Mouritsen hevði eina góða roynd á málið hjá Blackburn, men landsmaðurin í málinum bjargaði royndini.