Gunnar og Atli: Mín besti landsdystur

Gunnar Nielsen og Atli Gregersen spæla sín landsdyst nummar 50

Aldursforsetarnir á føroyska landsliðnum spæla sín landsdyst nummar 50, tá Føroyar í morgin seta hol á nýggju EM-undankappingina. Liðskiparin á føroyska landsliðnum fekk ikki sínar fyrstu minuttir í landsliðstroyggjuni, fyrr enn hann var 27 ára gamal. Soleiðis minnist hann sín persónliga besta dyst.

 

Les eisini: Vit kunnu vinna!

 

- Eg hugsi ofta aftur á ein landsdyst móti Finnlandi, har vit taptu 1-0, tí eg haldi ikki eg havi eina feilavlevering. Sjálvandi eisini dysturin á útivølli Grikklandi og móti Fraklandi á heimavølli, tá vit taptu 1-0. Tá kendi eg á mær, at eg stóð rætt allan dystin, sigur Atli Gregersen í samrøðu við Sosialin í dag.

 

Gunnar Nielsen spælir eisini sín dyst nummar 50, tá landsliðið í morgin spælir móti Malta í fyrsta EM-undankappingardystinum á hesum sinni. Soleiðis minnist hann sín besta landsdyst:

 

- Eg haldi tað er rímiligt at siga, at tað var móti Týsklandi  útivølli. Eg hevði verið skaddur í 18 mánaðir og hevði ongan dyst spælt. Hevði kanska spælt ein hálvleik og so spældi eg móti øllum kanónunum hjá Týsklandi. Vit vóru aftanfyri 1-0 í hálvleikinum og eg var allastaðni. Í mun til umstøðurnar, so er hatta nokk mín besti dystur, sjálvt um eg eisini haldi at eg havi spælt onkran annan góðan landsdyst, sigur Gunnar Nielsen við Sosialin í dag.

 

Føroyar spæla móti Malta á Ta´Qali leikvøllinum í morgin klokkan 17. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.