Gunnar Nielsen við í London

Tað er óvist hvussu umfatandi skaðin hjá Shay Given er, men hann hevur ikki vant við fullari ferð hesa vikuna. Tað er tó sannlíkt, at hann verður klárur til dystin í kvøld.

 

Stuart Taylor er framvegis skaddur, so Gunnar Nielsen verður á bokinum sum eyka málmaður.

 

Tríggir spælarar í Manchester City hópinum hava fyrr leikt í Arsenal. Emmanuel Adebayor, Kolo Toure og Patrick Vieira.

 

Serliga Adebayor kann vanta sær eina ringa móttøku á Emirates Stadium. Hann gjørdist óklárur við viðhaldsfólkini, tá hann í summar skifti til Manchester City.