Føroyski landsliðsmálverjin skiftir til danska Superliga felagið Silkeborg IF. Sáttmálin er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum, sum er áleið seks vikur.
- Hetta er ein møguleiki at sleppa at venja og vónandi spæla, nú eg havi verið uttan felag í eina tíð, sigur Gunnar Nielsen í stuttari viðmerking við portalin.
Silkeborg, sum longu hevur tveir føroyskar spælarar í hópinum, Christian Lamhauge Holst og Ara Mohr Jónsson, liggur til niðurflyting Superliguni. Felagið hevur fyrr verið eftir Gunnari, sum eisini hevur vant við eitt nú Sønderjyske, Celtic og Fulham síðani sáttmálin gekk út við Manchester City.
Silkeborg skal mánadagin spæla móti AaB og Halli Hansson.
Sáttmálin varð skrivaður í gjár og er kunngjørdur í morgun.