Gunnar Nielsen til meistaralið

Gunnar Nielsen hevur fingið nýtt felag fyri 2015

Gunnar Nielsen hevur skift til íslendsku meistararnar, Stjarnan. Føroyski landsliðsmálverjin hevur gjørt sáttmála við felagið fyri 2015. Stjarna beliv meistari í 2014 og skal spæla í undankappingini til Champions League hetta kappingarárið.

 

Gunnar Nielsen gavst fyrr í ár í skotska Motherwell. Síðani hevur hann leitað eftir nýggjum felagið. Valið er fallið á íslendsku meistararnar. Hann fylgir fótasporunum hjá monnum sum Rógva Jacobsen, Allan Mørkøre, Una Arge, Jens Martin Kundsen, Fróða Benjaminsen, Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen, ið eru nakrir av teimum, sum hava spælt í Íslandi.

 

Gunnar Nielsen spældi seinast við landsliðnum móti Rumenia.