Gunnar Nielsen: Ongin sær mínar sigrar

Í næstan eitt ár hevur Gunnar Nielsen bart eina langan og einsligan dyst handan fýra veggir í einum venjingarhøli. Stríðið fyri at koma seg eftir álvarsliga knæskaðan hevur styrkt stóra málverjan, men somuleiðis givið honum nógv at hugsa um.

Tað er nú næstan eitt ár síðani at dreymurin um eina yrkisleið sum fótbóltsspælari hekk í einum tunnum tráði hjá Gunnari Nielsen. Í eykaliðsdysti fyri Manchester City brast føroyski landsliðsmálverjin saman við mótstøðuleikara. Knæið á vinstra beini fekk álvarsligan skaða, har bæði liðbond, krossbond og vøddar fóru illa.
Lagnan sum fótbóltsspælari var í hondunum á serkønum hjálparfólki hjá Manchester City og læknaserfrøðingi í London. Í fleiri mánaðir mátti málverjin sova við hjálpartóli, ið kølir knæið. Honum nýttist somuleiðis hjápartóli at gera rørslur við knænum. Í eina tíð var málið bara at kunna ganga aftur.

Einsligur dystur

Tað er ein einslig, strævin og avbjóðandi tíð, tá ein fótbóltsspælari gerst álvarsliga skaddur. Stríðið og dysturin um koma fyri seg hevur tikið mótið frá mongum fótbóltsspælara gjøgnum tíðina.
Kenslan av ikki at verða ein partur av hópinum og at síggja hinar venja og spæla, meðan vónirnar hjá einum sjálvum eru handan fýra veggirnir í venjingarhølinum kann knekka sjálvt teir sterkastu fótbóltsleikararnar.
Í fleiri mánaðir kann verða ringt at fáa eyga á framgongdina. Uppvenjingin er ein røð av venjingum við nógvari pínu.
Gunnar Nielsen hevur nú roynt at liva fótbóltsmarruna í næstan eitt ár. Hann hevur lært nógv um tað likamliga og um seg sjálvan sum persón. Tú kanst ikki taka nakað fyri givið í fótbólti og tað er havnarmaðurin fult greiður yvir í dag.
- Tað tekur bara ein brotpart av einum sekundi at blíva skaddur, sigur Gunnar Nielsen og tekur høgru hond um skadda knæið. Tað er sunnukvøld og málverjin ger seg kláran til enn eina viku av uppvenjing,
- Ein av mínum liðfeløgum segði við meg, at tá tú ert skaddur, er tað kanska tú næstan líka so gott at verða deyður, tí tú fert í gloymibókirnar hjá øllum. Ongin hugsar um teg, tá hópurin skal mannast og ongin vísur áhuga fyri tær, tí tú kanst ikki koma við nøkrum so leingi tú ert skaddur, sigur Gunnar og leggur afturat, at liðfelagin nokk meinti tað meira sum myndamál enn nakað annað.
Sigrarnar, sum tú fært, vinnur tú í einum venjingarhøli uttan at nakar sær. Tú ert har einsamallur við einum hjáparfólki.
- Eg helt, at eg var yrkisleikari áðrenn eg bleiv skaddur. Nú skilji eg av álvara hvat skal til fyri at klára seg. Ein slíkur skaði setur stór krøv bæði til tað likamliga og tað sálarliga, sigur Gunnar og leggur ein ísposa á knæið. Hann skal køla knæið hvørt kvøld.

Eitt lítið mál á gangin

Fyri at vinna stóra dystin og kunna spæla fótbólt aftur, má Gunnar vinna nógvar smærri sigrar. Oftani í einsemi í einum venjingarhøli, meðan liðfelagirnir tuska runt uttanfyri.
- Tað er týdningarmikið at seta sær ítøkilig mál. Tað nyttar ikki at seta sær sum mál at kunna spæla fótbólt um eitt ár. Tað er ikki ítøkiligt nokk. Tú mást seta tær smærri mál so hvørt, sigur Gunnar.
- Fyrst er málið kanska bara at sleppa ganga aftur, so er tað at kunna boyggja knæið og kanska renna eitt sindur. Síðani at kunna sparka til ein bólt og gera skjotari renningar. Soleiðis verður tú noyddur at seta tær smærri mál, so tú kanst vinna nakrar sigrar og kenna teg væl, greiðir havnarmaðurin frá.
Gjøgnum seinastu ellivu mánaðirnir hava nógvir leikarar verið skaddir. Teir hava tó allir havt smærri og minni álvarsligar skaðar.
- Tað er hart at síggja leikarar koma til uppvenjingar eftir skaðar og blíva klárir, meðan eg framvegis ikki blívi klárur, sigur Gunnar víðari.
Tað er heldur ikki altíð, at føroyski landsliðsmálverjin vinnur sínar smærri dystir í venjingarhølinum. Alt gekk ikki sum tað skuldi, tá Gunnar kom aftur til venjing eftir summarsteðgin.
- Tað gekk skjótt fyrstu fýra mánaðirnir og eina løtu hugsaði eg, at eg fór at blíva klárur aftur upp á einar sjey ella átta mánaðir. Men tá eg kom aftur eftir summarsteðgin, vildi knæið brádliga ikki tað sama, sum tað vildi áðrenn. Tá sá eg veruliga hvussu álvarsligur skaðin var og hvussu langa tíð tað fór at taka at koma fyri meg. Tað var eitt hart tíðarskeið at koma ígjøgnum, greiðir Gunnar frá, meðan hann enn eina ferð tekur eftir knænum.
- Eg havi nátt øllum málunum, sum eg havi sett mær higartil, men tað er ikki altíð eg eg havi nátt teimum beinanvegin. Men náði eg ikki málinum í dag, so náði eg tað í morgin, sigur næstan tveir metrar langi málverjin.

Ein broyttur maður

Gunnar Nielsen er ein broyttur maður í dag. Langi og drúgvi dysturin fyri at gerast klárur aftur hevur sett síni spor á 25-ára gamla málverjan.
- Eg eri blivin mentalt betri fyri. Tú fært meg ikki at siga, at tað var gott at eg bleiv skaddur, men eg eri glaður fyri at eg havi fingið so nógv burtur úr meðan eg havi verið skaddur. Eg havi havt nógvar harðar venjingar, har tað hevur verið nógv pína og knæið hjá mær ikki hevur klárað, men koyrt á alíkavæl. Tær upplivingarnar hava styrkt meg sum menniskja og sum fótbóltsspælari, sigur landsliðsleikarin, ið hevur verið í Manchester City í trý ár.
- Eg havi lært ótrúliga nógv tíðina eg havi verið skaddur. Tað er týdningarmikið at eta rætt, so tú fært mest møguligt burtur úr hvørjari venjing. Tað havi eg veruliga fingið eyguni upp fyri síðani eg bleiv skaddur. Eg havi eisini lært um kroppin hjá mær og pínu. Tú lærir, at tú tolir meiri av enn tú kanska helt áðrenn. Fyrr kundi eg gremja meg um eitt eymt lær, men hatta setur veruliga tingini í ein størri samanhang, leggur Gunnar afturat.
Seinastu tvey árini hava verið torfør fyri 25-ára gamla málverjan. Hann fekk í landsdystinum í Estlandi á summri 2010 ein fipurskaða. Skaðin gjørdi, at hann ikki fekk spæla nakað serlig fyri Tranmere, sum hann var útleigaður til um tað mundið.
Nakrar vikur seinni varð Gunnar klárur, tá føroyska landsliðið í Italia tapti 5-0. Í seinastu minuttunum bleiv Gunnar aftur skaddur. Hesaferð í økslini og tað gingu mánaðir áðenn hann aftur kundi standa í mál.
Gunnar hevði í feburar mánaði í fjør verið skaðafríur í tveir mánaðir og feløg sum Southampton vóru áhugaði í at leiga hann, tá knæið fekk álvarsligan skaða.

Fyrireikaður upp á ikki at kunna spæla aftur

Óvissan um hvussu skaðin fór lekjast fekk nógvar tankar í gongd hjá Gunnari. Hetta hevur verið endastatiónin hjá fleiri leikarum.
- Tá eg fyrst hoyrdi hvat var galið og hvat fyri skaða eg hevði, so var mín fyrsti tanki bara at kunna ganga aftur. Eg hugsaði sjálvandi um hvat eg skuldi gera um eg ikki kundi spæla aftur og hvat annað eg kann gera her í lívinum, sigur Gunnar.
Tað er sami spurningurin, ið rakar allar fótbóltsspælarar, tá teir gevast. Men Gunnar er bara 25-ára gamal og tað kom óvart við, at hann brádliga skuldi hugsa slíkar tankar.
- Skaðin hevur fingið meg at hugsa nógv um lívið. Eg roknaði ikki við at eg skuldi fáa slíkar tankar so ungur, men hetta er nokk eisini tað, sum leikarar skulu í gjøgnum, tá teir gevast. Tað er spurningurin, hvat kemur aftaná eitt lív sum fótbóltsspælari, sigur Gunnar umhugsin og hyggur at knænum.

Støðan í dag

Tað er í dag yvir ellivu mánaðar síðani, at Gunnar Nielsen mátti berast av vøllinum í dystinum móti Bolton. Hann hevur roynt marruna hjá einum og hvørjum fótbóltsspælara. Hann hevur tað fótbóltsáhugaði kalla fyri besta arbeiði í heiminum - men er óarbeiðisførur. Náðileysu tímarnir í venjingarhølunum hava tó givið úrslit og tíðin nærkast til at Gunnar Nielsen aftur verður at síggja í arbeiðisklæðunum.
- Eg hevði mína bestu venjing higartil í vikuni, tá eg kláraði at venja fult út við hinum málverjunum, tá teir vandu við bólti. Tað merkir ikki, at eg verið klárar beinanvegin, men nú royni eg at økja mongina av venjing so hvørt, sigur Gunnar Nielsen.
Eftir so drúgvan skaða skal ein leikari gjarna verða fult klárur í seks til átta vikur áðrenn hann sleppur á vøllin at royna seg.
Gunnar hevur sáttmála við Manchester City hetta kappingarárið út. Fyribils vil Gunnar tó ikki siga so nógv um framtíðina og tekur eina uppvenjing á gangin.
- Vit skulu práta saman í nærmastu framtíð, men eg havi tað soleiðis, at eg fái ikki ávirka um teir bjóða mær ein nýggjan sáttmála. Eg fái bara ávirka mína støðu viðvíkjandi skaðanum og tað er tað eg hugsi um fyrst og fremst, sigur landsliðsmálverjin og leggur afturat, at støðan er tann sama tá tað kemur til føroyska landsliðið.
- Eg havi einki hoyrt frá nýggja landsliðsvenjaranum ella hjálparvenjaranum, men fyribils hugsi eg bara um Manchester City og at blíva klárur aftur.
Í dag byrjar enn ein vika við uppvenjing. Eftir nógvar smærri sigrar nærkast dagurin, tá Gunnar Nielsen vinnur týdningarniklasta dystin í síni yrkisleið hugartil.
- Sigurin fyri meg verður tá eg spæli aftur, sigur Gunnar at enda.