Valur er greitt oddalið í bestu deildini í Íslandi, meðan FH nú er fremsti avbjóðarin, eftir at úrslitini lagaðu seg til fyrimuns fyri Gunnar Nielsen og hansara menn. Morgunblaðið nevnir serliga Gunnar Nielsen í 4-1 sigrinum á Fylkir.
Heimir Guðjónsson er í holt við eitt gott kappingarár í Vali. FM-vinnandi venjarin við HB í 2018, hevði Kaj Leo í Bartalsstovu á vøllinum allan dystin, tá Valur í gjár vann heili 5-1 á útivølli móti Stjarnuni, sum er ein av avbjóðarunum til íslendska meistaraheitið. Sermerkt við dystinum er, at tað var 5-0 í hálvleikinum.
Nú er fremsti avbjóðari FH og Gunnar Nielsen. Teir vunnu somuleiðis ein góðan sigur á útivølli. FH vann 4-1 á Fylkir, sum liggur miðskeiðis á stigatalvuni. Her kom FH ikki á odda fyrr enn í seinna hálvleiki, men tá fyrst kom hol á, so gekk skjótt. Morgunblaðið skrivar at føroyski málverjin
- Gunnar Nielsen lék mjög vel í marki FH og það getur virkað sérstakt að nefna það sérstaklega þegar lið vinnur 4:1. En það á alveg við í þessu tilfelli, skrivar Morgunblaðið.
Tað kann umsetast til, at Gunnar Nielsen spældi avbera væl í málinum hjá FH, sjálvt um tað kann ljóða eitt sindur serstakt, tá liðið vinnur 4-1, men tað var støða hesaferð.
1 | Valur | 15 | 12 | 1 | 2 | 39:15 | 37 |
2 | FH | 14 | 9 | 2 | 3 | 30:18 | 29 |
3 | Stjarnan | 13 | 6 | 6 | 1 | 21:15 | 24 |
4 | KR | 13 | 7 | 2 | 4 | 25:17 | 23 |
5 | Breiðablik | 14 | 7 | 2 | 5 | 29:23 | 23 |
6 | Fylkir | 15 | 7 | 1 | 7 | 22:24 | 22 |
7 | HK | 15 | 5 | 3 | 7 | 25:31 | 18 |
8 | ÍA | 15 | 5 | 2 | 8 | 34:36 | 17 |
9 | Víkingur R. | 14 | 3 | 6 | 5 | 20:22 | 15 |
10 | KA | 14 | 2 | 9 | 3 | 12:15 | 15 |
11 | Grótta | 15 | 1 | 4 | 10 | 12:32 | 7 |
12 | Fjölnir | 15 | 0 | 6 | 9 | 14:35 | 6 |