Gunnar Nielsen ikki við til Kasakstan

Gunnar Nielsen stendur eftir í Keypmannahavn, men arbeitt verður við málinum.

Seinnapartin í dag fór føroyska landsliðið úr Kastrup til Kasakstan, men tað er uttan fyrsta val í málinum, Gunnar Nielsen. Hann hevur ikki fingið passið aftur, eftir at tað hevur verið á sendistovuni hjá Kasakstan í Týsklandi. Passið er sent við postinum til Motherwell, har Gunnar Nielsen til dagligt spælir fótbólt, men er ongantíð komið fram.

 

Nú vilja mynduleikarnir í Kasakstan ikki geva Gunnari visum til fyribils passið, sum Gunnar tíðliga í dag hevur avheintað á donsku sendistovuni í London.

 

Hoyr samrøðuna við Gunnar Nielsen við at trýsta á pílin undir greinini.

 

Arbeitt verður nú við at útvega Gunnari eitt nýtt pass og so verður vónað, at mynduleikarnir í Kasakstan verða lættari at fáast við. Fyribils ætlanin er, at Gunnar seinnapartin í morgin flýgur til Kasakstan.

 

Gunnar Nielsen greiddi frá støðuni í tíðindunum á Rás2 klokkan 17 í dag. Rólant Waag Dam hevur gjørt samrøðuna, sum er at hoyra við at trýsta á pílin undir greinini.