Íslendska kringvarpið, RÚV ber á heimasíðu síni tey keðiligu tíðindi, at føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen hevur brotið hondina, og verður uttanfyri við skaða í minst tveir mánaðir, sambært heimasíðuni hjá RÚV.
Ígjár spældi liðið hjá Gunnari Nielsen, FH móti KA. Gunnar hevði ein samanstoyt við Elfar Árna Aðalsteinsson, áleypara hjá KA tá 65 minuttir vóru farnir av dystinum. Gunnar mátti av vøllinum tá.
Samanstoyturin hendi tá Elfar Árni Aðalsteinsson legði KA á odda 2-1. FH kom tó sterkt aftur og vann dystin 3-2.
Jákup Thomsen kom á vøllin fyri FH tá 62 minuttir vóru spældir av dystinum á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Jákup Thomsen kom tó ikki á maltalvuna. Brandur H. Olsen hevði leikbann til dystin ígjár.
Íslendska Morgunblaðið staðfestir, at Gunnar Nielsen verður ikki tøkur at verja føroyska málið í HM-undankappingardystunum móti Spania og Noregi á Tórsvølli 7. juni og 10. juni.
Støðan í pepsideildini:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | ||
1 | Breiðablik | 3 | 2 | 1 | 0 | 7:3 | 7 stig |
2 | FH | 3 | 2 | 1 | 0 | 6:3 | 7 stig |
3 | Stjarnan | 3 | 1 | 2 | 0 | 3:2 | 5 stig |
4 | Fylkir | 2 | 1 | 1 | 0 | 5:2 | 4 stig |
5 | KR | 2 | 1 | 1 | 0 | 4:1 | 4 stig |
6 | ÍA | 2 | 1 | 1 | 0 | 5:3 | 4 stig |
7 | KA | 3 | 1 | 0 | 2 | 4:6 | 3 stig |
8 | ÍBV | 3 | 1 | 0 | 2 | 2:7 | 3 stig |
9 | Víkingur R. | 3 | 0 | 2 | 1 | 5:7 | 2 stig |
10 | Valur | 2 | 0 | 1 | 1 | 3:4 | 1 stig |
11 | HK | 3 | 0 | 1 | 2 | 2:5 | 1 stig |
12 | Grindavík | 3 | 0 | 1 | 2 | 2:5 | 1 stig |