- Tað var orduliga feitt. Eg hevði fyrireikað meg nógv áðrenn dystin, tí tað skal so lítið til, so standi eg í málinum. Eg var sjálvandi spentur, men meiri fokuseraður. Hatta vísur bara hvussu skjótt tað kann ganga í fótbólti, sigur Gunnar Nielsen úr telefonini á Turf Moor.
Gunnar Nielsen sat á bonkinum, tá Manchester City spældu ímóti Scunthorp United í FA Cup fyrr í ár, men hetta er fyrstu ferð, at hann situr á bonkinum í einum Premier League dysti.
- Orsøkin til at eg fekk møguleikan í dag, var at Stuart Taylor hevur fingið ein skaða í knæið, sigur Gunnar.
Tað er óvist hvussu álvarsamur skaðin hjá Stuart Taylor er. Tað er tí møguligt, at vit koma at síggja meiri til Gunnar Nielsen í Permier League samanhangi í ár.