Gunnar Nielsen: Eg umhugsi støðuna

Landsliðið: Landsliðsmálverjin gevast í FH, men hann hevur ikki tikð avgerð um hvar hann ætlar sær í framtíðini

FH boðaði dag frá, at Gunnar Nielsen gevst í felagnum. Føroyski landsliðsmálverjin hevur ikki tikið avgerð, um hann heldur fram at spæla, og í so fall hvar hann ætlar at spæla.

 

- Eg havi boðað FH frá, at eg ikki ætli mær at leingja sáttmálan. Eg eri ótrúliga glaður fyri tíðina í FH, sum er eitt tað størsta fealgið í Íslandi. Eg havi spælt her síðani 2016 og nú haldi eg tað er ein natúrligur tími hjá mær at gevast í felagnum, sigur Gunnar Nielsen.

 

Føroyski málverjin er blivin 35 ára gamal. Hann er uppvaksin í HB og hevur síðani spælt fyri Frem, Blackburn, Tranmere, Manchester City, Motherwell, Wrexham, Silkeborg og Stjarnan. Hann hevur ikki tikið avgerð, um hetta var seinasti dansurin hjá honum.

 

- Eg havi ikki avgjørt hvat eg ætli at gera í framtíðini, men eg ætli mær at síggja tíðina ann og hugsa meg væl um, áðrenn eg taki eina avgerð um at halda fram at spæla, sigur Gunnar Nielsen.

 

Gunnar Nielsen er skrásettur fyri 69 landsdystir, og er úttikin til landsdystirnar móti Kekkia og Kosovo seinni í mánaðinum.