Gunnar Nattestad tekur sæti á tingi

Komandi tíggju dagarnar verður Gunnar K. Nattestad úr Sandavági tingmaður fyri Sambandsflokkin, meðan Marjus Dam er burturstaddur.

Gunnar K. Nattestad er 34 ára gamal og er útbúgvin cand merc. Hann hevur ikki havt sæti á tingi áður, tó at hann hevur verið politiskt virkin í mong ár. Eitt skifti var hann floksskrivari Sambandsfloksins.

Á valinum í 2004 fekk Gunnar K. Nattestad triðflestar atkvøður á lista Sambandsfloksins í Vágum.