Gunnar Mohr, stjóri á skipasmiðjuni á Skála: ­ Okkurt má gerast

Gunnar Mohr, stjóri á skipasmiðjuni á Skála ásannar, at orsøkin til, at skipasmiðjurnar í Føroyum millum annað mangla maskinsmiðir er, at arbeiðssømdirnar eru betri í grannalondunum.

­ Eg veit væl, at t.d. maskinsmiðir fáa betri løn í Danmark, enn teir fáa her hjá okkum. Men hetta er ikki ein spurningur, ið vit á skipasmiðjunum kunnu taka okkum av. Um vit hækka lønirnar, fyri at fáa fatur á fólki, ger hetta, at skipasmiðjurnar ikki klára seg, sigur Gunnar Mohr, stjóri á skipasmiðjuni á Skála.


Uppgáva landsins

Gunnar Mohr heldur, at talan er um ein trupulleika, ið landsins myndugleikar eiga at taka sær av. Hann sigur, at talan er um ein trupulleika, ið ger, at virksemið í landinum verður hildið aftur, og tískil er neyðugt at gera nakað við hann. Gunnar Mohr sigur seg ikki hava nakra fullfíggjaða loysn á trupulleikanum, men metir tó, at lægri skattur hevði bøtt um støðuna.

Stjórin á skipasmiðjuni á Skála sigur, at roynt verður at taka lærlingar inn, fyri at bøta um trupulleikan, men vísir samstundis á, at onkur má vera at læra lærlingarnar.

Gunnar Mohr sigur, at talan ikki bert er um ein trupulleika, ið skipasmiðjan á Skála hevur at dragast við, men um ein trupulleika, ið er galdandi fyri allar smiðjur í landinum. Tí heldur hann, at okkurt eigur at verða gjørt við trupulleikan sum skjótast, so at smiðjurnar verða mentar at røkja tær uppgávur, teimum verða bodnar.


Mugu siga arbeiðir frá sær

Gunnar Mohr sigur, at trupulleikin at fáa fatur á maskinsmiðjum hevur ført við sær, at skipasmiðjan hevur verið noydd at siga onkra stóra uppgávu frá sær, ið annars kundi givið skipasmiðjuni væl av peningi.