Tá býráðsfundurin í Tórshavn í kvøld klokkan 18 verður settur, tekur Gunnar Mohr á fyrsta sinni sæti í býráðnum. Gunnar Mohr er fimti valdi á listanum hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreym, og hann kemur inn fyri Vagn Johannesen, sum hevur forfall. Fjórða á listanum, Inga Dahl, fær heldur ikki møtt, og tí verður Gunnar Mohr kallaður inn.
- Eg havi livað í býráðspolitikki alt mítt lív, men eg havi ongantíðtikið lut í honum sum so. Hetta er tískil fyrstu ferð, at eg taki sæti í býráðnum, sigur Gunnar Mohr.
Gunnar Mohr er sonur Inga Mohr, sum í eitt langt áramál sat í býráðnum í Havn.
Sum sitandi býráðslimur verður Gunnar Mohr býráðslimur í minsta lagi í 14 dagar. Hann kemur tó bert at møta á býráðsfundum, tí nevndirnar hava sínar eykalimir sum møta, tá einum nevndarlimi berst frá.
- Nú fái eg so at vita, hvussu býráðsarbeiði gongur fyri seg, sigur Gunnar Mohr.