Gunnar Mohr 40 ár

17. juli fyllir Gunnar Mohr í Havn 40 ár.

Gunnar er sonur Maritu, f. Pálsdóttir Hansen, og Hera Mohr í Havn. Gunnar er best kendur sum fótbóltsspælari. Hann er HB-ari við stóra H og hevur heilt frá ungum av spælt í HB. Hann er eisini havnarmaður við stórum H. Hann kom á 1.deild í 1983 og spældi har í mong ár. Seinast hann spældi við í 1. deild var í 2001. Gunnar hevur í tveimum umførum verið formaður í HB, fyrst frá 1993-1994 og so aftur frá 1998-2001. Hann spældi eisini á landliðinum. Í tíðarskeiðnum frá 1989 til 1993 var hann við í sjey altjóða skrásettum landsdystum. Hóast sín lutfalsliga unga aldur hevur Gunnar arbeitt á heilsøluni hjá Poul Michelsen, har hann er innkeypsleiðari, í úti við 25 ár. Hann er giftur við Osvør, dóttir Eydnu og Øssur Hjalt í Havn, tey eiga børnini Onnu Sofíu, Hera og Øssur. Gunnar eigur eisini sonin Jan Hansen, sum býr í Havn. Føðingardagurin varð hildin seinasta leygarkvøld, saman við umleið 150 gestum.