Aris Salonika mátti undan dystinum móti Manchester City steðga utberingini av dystarblaðnum, tí liðmyndin av Manchester City leikarunum var viðgjørd. Millum Gunnar Nielsen og liðfelagirnir hjá honum stóðu menn sum Lionel Messi, Crisitiano Ronaldo, Kaka, Xavi, Zlatan Ibrahimovic, Steven Gerrard, Didier Drogba, Buffon, Fernando Torres, Nemanja Vidic og ikki minst Holger, sum vit kenna frá ?Finn Holgar?. Var tað upp til blaðstjóran á hjá dystarblaðnum hjá Aris Salonika, so spældu teir allir við Manchester City.
Tað var undan Evropa League dystinum týskvøldið, har Aris Salonika úr Grikkalandi tók ímóti Manchester City. Til dystarblaðið var mynd av Manchetser City leikarunum tikin niður av netinum. Onkur hevur tú gloymt at kanna myndina nærri, tí umframt eina langa røð av heimsstjørnum, so var Holgar, ílatin sína reyðu og hvítu troyggju og húgvu, eisini at finna á myndini.
Tá tað gjørdist greitt, at myndin ikki var heilt sum hon skuldi vera, gjørdi umboð fyri Aris Salonika skjótt av og steðgaðu allari útbering av dystarblaðnum. Aris Salonika gjørdi alt teir kundu fyri at dekka útyvir feilin og tá spurt var hví onki dystarblað var, var stutta svarið sambært Dailymail;
- Big Problem!
Umboð fyri Manchester City hava ikki tikið støðun illa upp og hava valt at síggja tað skemtiliga í hendingini.