Gunnar á meistarakós - Sonni Ragnar á niðurflytingarkós

Tað peikar í hvør sína ætt hjá Gunnari Nielsen og Sonna Ragnari Nattestad í Íslandi

Lagnurnar eru ymiskar hjá føroyingafeløgunum í pepsideildini í Íslandi. FH stevnir ímóti meistaraheitinum, og Fylkir er framvegis á niðurflytingarkós

 

FH spældi oddadyst ímóti Stjarnuni á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í kvøld. Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH allan dystin, men tíverri bleiv eingin spælitíð til Kaj Leo í Bartalsstovu, sum sat á beinkinum hjá FH allan dystin. 

 

Atli Viðar Bjørnsson legði FH á odda tá 25 minuttir vóru farnir. Hólmbert Aron Friðjónsson javnaði níggju minuttir seinni, og var støðan 1-1 tá liðini fóru til hálvleik. Kassim Doumbia legði á odda 2-1 tá 54 minuttir vóru farnir, men longu tríggjar minuttir seinni javnaði Hólmbert Aron Friðjónsson til 2-2. Kassim Doumbia gjørdist stóra hetjan hjá FH, tá hann í 79. minutti skeyt sigursmálið til 3-2 til FH.

 

Boð vóru eftir Gunnari Nielsen, sum hevði nakrar bjargingar í dystinum. Málini hjá Hólmbert Aron Friðjónsson hjá Stjarnuni kundi Gunnar ikki gera tað stóra við. 

 

FH er nú greitt oddalið við 34 stigum. Hafnfirðingar eru sjey stig frammanfyri Fjølnir, Stjarnuna og Breiðablik, sum øll hava 27 stig. Seks umfør eru eftir at spæla í pepsideildini.

 

Sonni Ragnar Nattestad og liðfelagarnir í Fylkir eru framvegis á niðurflytingarkós. Í kvøld tapti Fylkir á heimavølli 0-3 ímóti Akranesi. Longu tá 27 minuttir vóru farnir var Akranes á odda 2-0. Tá 77 minuttir vóru farnir av dystinum fekk Sonni Ragnar Nattestad tað gula kortið fyri at fella ein mótstøðumann.  Í 17. minutti hevði Sonni Ragnar eina góða roynd á málið hjá Akranesi, men royndin bleiv bjargað á málstrikuni. 

 

Sunnudagin spælir Fylkir á útivølli ímóti Fjølnir. FH vitjar Vìking Ólafsvík, sum liggur fjórðaftast við 19 stigum.

 

Støðan í pepsideildini :

 

1FH16   1042  24:1134
2Fjölnir1683  532:1927
3Stjarnan1683530:2327
4Breiðablik1683520:1327
5ÍA1681723:2525
6Víkingur Reykjavík1673622:2424
7KR1665519:1623
8Valur1564530:1822
9Víkingur Ólafsvík1654719:2719
10ÍBV1652915:2017
11Fylkir1634916:2813
12Þróttur Reykjavík15221111:378