Gunnar ímóti Bendtner

Danska stjørnan fekk einki mál ímóti føroyska landsliðsmálverjanum.

Gunnar Nielsen er í hesum døgum á venjingarlegu saman við liðfeløgunum í FH Hafnafirði í spanska býnum Marbella. Í gjár var venjingardystur á skránni ímóti norska stórfelagnum Rosenborg.


Sum kunnugt, so hevur Rosenborg júst fingið ein nýggjan leikara í hópin, nevniliga danska Nicklas Bendtner, sum eisini var við í hesum venjingardystinum og tískil skuldi royna seg ímóti føroyska landsliðsmálverjanum.


Nicklas Bendtner fekk ikki mál. Tað gjørdi Matthías Vilhjálmsson hinvegin, sum skeyt málið hjá Rosenborg ímóti landsmonnum sínum í hesum dystinum, sum endaði við 1-1-javnleiki. Málið hjá FH skeyt Kristján Finnbogason.


Hetta er ikki fyrstuferð, at Gunnar Nielsen og Nicklas Bendtner hittast á vøllinum. Tað gjørdu teir eisini tá ið Gunnar varð innskiftur fyri Manchester City í Premier League-dysti ímóti Arsenal fyri sjey árum síðani.