-Eg havi ein maka, sum býr í Norra, og vit vilja nú liva eitt lív saman, sigur Gunnar í Liða, sum nú hevur sagt seg úr starvi sum stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar. Gunnar í Líða hevur í morgun boðað frá, at hann fer úr starvinum sum stjóri í
Tryggingarfelagnum Føroyum um ársskiftið.
Orsøkin er, at hann hevur ein maka, sum býr í Norra, og nú vilja tey liva eitt lív saman.
- Vit hava búð í hvør sínum landi í fýra ár, og nú vilja vit liva saman, sigur Gunnar í Liða við Rás2.
Gunnar í Liða hevur verið stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum í 10 ár.