Gunnar í Liða varð á aðalfundinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna valdur í nevndina við 13 atkvøðum, og hann gjørdist eisini formaður.
Tað verður tí eisini gitt, at fyrrverandi stjórin í TF Holding og í Tryggingarfelagnum Føroyar Gunnar í Liða verður formaður í øðrum feløgunum í samtakinum, eitt nú TF-Holding, tí tað er vanligt, at somu fólk ganga aftur sum nevndarlimir. Hann er eisini nevndarlimur í Eik Banka, sum TF Holding eigur 70 prosent av.
Ingeborg Godtfred varð afturvald í nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, meðan nývaldir eru Jónsvein Knudsen, Árni Jakobsen og Gunnar í Liða.
Nevndin hevur skipað seg við Gunnar í Liða sum nevndarformanni og Jóhannus Danielsen sum næstformanni.