Gunnar í Liða gevst

- Av persónligum ávum havi eg gjørt av at gevast um ársskiftið, sigur forstjórin í TF Holding og Tryggingarfelagnum Føroyar. TF Holding og Tryggingarfelagið Føroyar fáa nú nýggjan forstjóra.

Í tíðindaskrivi, sum kom fyri løtu síðan, verður sagt, at Gunnar í Liða leggur frá sær sum forstjóri hin 31. desember 2010.

Gunnar hevur verið fleiri enn 15 ár í TF samtakinum, harav stívliga 10 ár sum forstjóri.

- Eg havi verið sera glaður fyri tíðina í samtakinum. Hesi árini hava verið tey bestu í mínum arbeiðslívi, men av persónligum ávum havi eg gjørt av at gevast um ársskiftið.

Gunnar í Liða sigur seg í tíðindaskrivinum vera sera fegnan um, at TF samtakið nú er sterkari enn nakrantíð.

- Samtakið er væl brynjað til at taka ímóti teimum avbjóðingum, ið liggja fyri framman, sigur forstjórin, sum nú leggur frá sær.

Nýggjur forstjóri í TF Holding og Tryggingarfelagnum Føroyum verður Regin Hammer, sum í dag er varastjóri í TF Holding.

Hann tekur við starvinum hin 1. januar 2011.