Gunnar: Lars eigur stóran heiður

Málverjin hevur ofta havt meiri at gera, enn hann hevði í kvøld, tá ið hann spældi fyri 25. ferð á landsliðnum

Mangan hevur føroyski málverjin Gunnar Nielsen havt meiri at gera, enn hann hevði í kvøld. Oftast plagar hann at aftur og aftur at vísa risa bjargingar. Soleiðis var tað ikki í kvøld. Hann var ongantíð í tí støðu, at hann ein ímóti einum noyddist at bjarga. Gunnar var tryggur, tá ið hornaspørk og onnur innlegg vórðu løgd innfyri, og tá ið grikkar fram ímóti dystarenda royndi alt meiri við skotum úti frá, var tað eingin trupulleiki hjá honum.

 

Hetta var 25. ferðin, at Gunnar Nielsen vardi føroyska málið, og tað var vorðið um silvurbrúdleyp, sum málverjin helt saman við landsliðnum.

 

- Vit eru sjálvandi sera fegnir, og vit dylja ikki, at vit ikki minst unna venjara okkara hetta úrslitið. Tað er eingin loynva, at Lars Olsen hevur verið undir stórum trýsti. Hann hevur arbeitt miðvíst, og í kvøld heystaðu vit úrtøku burturúr tí arbeiðnum, var staðfestingin hjá málverjanum í samrøðu við Rás2 stutt eftir, at málverjin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og tað á úrslitatalvuni stóð 0-1.

 

Hvussu kendi tú tað síðstu løtuna. Dómarin legði jú fýra minuttir aftrat vanligu leiktíðini?

 

- Tað var sjálvandi neyðugt at savna seg um einstøku støðurnar, men eg hugdi ofta upp á klokkuna, og tað var ein øgiligur lætti og ein stór frøi, tá ið hann bríkslaði fyri síðstu ferð, sigur Gunnar Nielsen.