Gunnar klárur aftur

Føroyski landsliðsmálverjin stendur helst í málinum um vikuskiftið

Gunnar Nielsen hevur ikki spælt síðan hann fekk ein fiburskaða í lærið móti Celtic 6. desembur. Nú skrivar Sky Sports, at Gunnar er tøkur til dystin um vikuskiftið móti Hearts, sum er á útivølli.

 

Motherwell leigaði Dan Twardzik úr Dundee, meðan Gunnar var skaddur. Men av tí at hin málverjin í felagnum, Lee Hollis, framvegis er skaddur er upp á tal, at leiga Dan Twardzik til kappingarenda.

 

Motherwell skuldi farna vikuskiftið spæla móti Inverness, emn dysturin bleiv útsettur orsaka av regni. Dysturin móti Hearts verður í morgin klokkan 15.