Gunnar illa skaddur

Føroyski landsliðsmálmaðurin fekk álvarsligan skaða í beini í dysti fyri eykaliðið hjá Manchester City í kvøld. Tað er óvist hvussu álvarslig støðan er, men Gunnar Nielsen var koyrdur beint á sjúkrahúsið eftir hendingina við nógvari pínu skrivar Bolton heimasíðan.

 

Gunnar Nielsen rendi saman við mótstøðuleikara, sum fór umkoll og fekk brotsspark. Støðan var tá 0-0. Bolton heimasíðan skrivar eisini, at Gunnar hevði onkrar góðar bjargingar aðrenn hann fór út.

 

Fýra leikarar fóru av vøllinum við skaða. Millum annað Tom Smith, sum er liðfelagi hjá Gunnari.

 

Bolton vann dystin 3-2.