Motherwell spældi í dag á heimavølli móti Hearts. Gunnar, sum hevur spælt í steypakappingini og í Europa League, kappast við Lee Hollis um plássið millum stólparnar. Hollis er plágaður av knæskaða, og so fekk Gunnar møguleikan.
Og hesum tók hann av. Gaman í kom Hearts á odda, tá eitt avrættað skot sníkti seg inn um stólpan eftir góðum tíma, men undan hesum hevði Gunnar havt einar tríggjar frágera góðar bjargingar, tá gestirnir kontraðu.
Tað eydnaðist tó kortini Motherwell at vinna dystin. 18 ára gamli Craig Moore javnaði eftir 69 minuttum, og sjey minuttir fyri tíð tryggjaði Shaun Hutchinson heimaliðnum øll stigini.
Sigurin ber við sær, at Motherwell heldur fast um triða plássið í deildini. Teir hava 19 stig eftir 10 dystir. Celtic er á odda við 23 stigum fyri 9 dystir, og nummar tvey er Inverness við 19 stigum fyri 9 dystir.











