Gunnar í Liða farin frá sum formaður

Gunnar í Liða er ikki longur nevndarformaður í P/F Tryggingarfelagnum Føroyar.

 

Jákup Egholm Hansen er nýggjur nevndarformaður, og Gunnar í Liða er nú næstformaður.

 

Nýggjur nevndarlimur í P/F Tryggingarfelagnum Føroyar er Teitur Samuelsen í Havn.

 

Soleiðis hava Jákup Egholm Hansen og Gunnar í Liða skift sess, tí Jákup Egholm Hansen var næstformaður frammanundan.