Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur í dag 11. mai havt sín fyrsta nevndarfund aftan á aðalfundin 24. apríl.
Nevndin hevur skipað seg við Gunnari í Liða sum formanni og Jákupi Egholm Hansen sum næstformanni. Hinir nevndarlimirnir eru Arni D. Brattaberg, Ingeborg Godtfred, Jan Müller og Annika Waag.
Tað var annars um reppið, at Gunnar í Liða ikki varð afturvaldur í nevndina á aðalfundinum. Hann var bara eina atkvøðu innanfyri. Stórur spenningur hevur tí verið um, hvussu nevndin fór at skipa seg. Ingeborg Godtfred fekk flestar atkvøður, hóast tilmælingarbólkurin mælti frá at velja hana í nevndina.